Var ov virkin á Facebook

Kaj Leo Holm Johannesen ásannar, at hann, sum løgmaður, til tíðir var ov virkin á Facebook.

Sum part av átakinum #tosaordiligt, sum Miðlahúsið hevur varpað ljós á seinastu vikurnar, hevur Sosialurin hesa vikuna tosa við føroysk løgtingsfólk, um hvat tey halda um føroysku kjakmentanina.

 

Hann var ofta speirikin fyri sínar Facebook-dagføringar og viðmerkingar meðan hann var løgmaður, men Kaj Leo Holm Johannesen sær framvegis Facebook sum eitt týdningarmikið amboð í sínum virksemi sum politikkari.

 

- Eg havi ikki fingið beinleiðis hóttanir, men fái kortini nógvar ákoyringar. Eg striki eisini javnan vinir á Facebook, um tey ikki duga at kjakast sámiliga. Eg sigið frá, um eg meti, at tey fara um mark, men halda tey á við sakleysum og ljótum viðmerkingum, verða tey strikað.

 

- Vit politikkarar hava ábyrgd at geva okkara støðu til kennar. Fólk hava rætt at vita, hvat vit halda og vit eiga ikki at fjala okkum. Kortini skulu vit ikki góðtaka alt, sigur hann.

 

Kaj Leo Holm Johannesen nýtir Facebook sum eitt amboð í sínum politiska virksemi.

- Tað gevr eitt gott innlit í, hvat rørir seg ymsa staðni í samfelagnum, og er heilt víst nógv vert. Eg havi eisini nógv góð, konstruktiv kjak gjøgnum Facebook Messenger, sigur hann, sum eisini hevur lagt til merkis, at hann fær nógvar nýggjar vinaumbønir, tá miðlarnir vísa til okkurt, sum hann hevur skrivað á Facebook.

 

- Eg ásanni, at meðan eg var løgmaður, var eg til tíðir ov virkin á Facebook. Eg mátti tí trekkja meg eitt sindur aftur, tí kjakið varð drigið niður á eitt ovirðiligt støði, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Les meiri um evnið í Vikuskiftissosialinum.