Kekkiski málverjin, Thomas Koubek, sum stendur í mál fyri Sparta Prag, var um vikuskiftið í øðini tá Sparta Prag spældi á útivølli móti Brno, har linjuverjin í yvirtíðini góðtók eitt mál, sum málverjin helt vera offside.
Heldur sermerkt við dystinum var, at linjuverjin var ein kvinna, og hon fekk at hoyra fyri tað frá málverjanum. Málverjin var púra svakur aftaná at málið varð góðkent, og segði við linjuverjan:
- Í mínari verð hoyra kvinnur heima við komfýrin í køkinum. Tær eiga ikki at hava nakað at gera í mannfólkafótbólti.
Eftir dystin var málverjin fyri sera stórum atfinningum, har fleiri úr kekkisku fótbóltsverðini úttalaðu seg. Málverjin var eisini úti eftir dystin og bað um umbering.
Í felagnum fekk støðan avleiðingar. Heldur skemtiligt er Thomas Koubek nú, saman við einum øðrum liðfelaga, sum eisini hevði úttala seg niðrandi um kvinnuliga linjuverjan, sendur at venja við kvinnuliðnum hjá Sparta Prag hesa vikuna.
- Teir skulu sjálvir síggja tað, at kvinnur ikki bara hoyra heima við komfýrin í køkinum, sigur ein talmaður fyri Sparta Prag.