Var tað bara ein undarligur dreymur?

Rolf Guttesen

------

Somuleiðis verða tiltøk at forða "spekulatión" við fiskirættindum støðugt ment og sett í verk.

 

Eg kom eitt kvøldið fram á samgonguskjalið og las setningin omanfyri fleiri ferðir. Hatta mundi siga nakað um, hvussu samgongan ætlaði at fara við ”fólksins ogn”, tilfeinginum í havinum, sum fólkið eigur.

 

Spekulatión ella ”spekulatión”?

Hugsaði eisini um orðið spekulatión, og hví tað mundi standa í gásareygum? Er tað munur á spekulatión og ”spekulatión”? Ella man tað vera tí, at teir meina at hettta góða orð kann hava ymsan týdning, alt eftir hvar í samfelagnum tú stendur?

Ella var tað so, at stættastríðið bleiv avlýst? Í hvussu so er í hesum valskeiði? So at “spekulatión” bara verður spekulatión, sum ikki skal forðast.

 

Ein undarligur dreymur eina náttina

Ná, men tað man hava malið nakað illa í mínum lítla høvdi, tí somu nátt hevði eg ein løgnan dreym. Eg droymdi, at øll vaksin fólk í Føroyum stillaðu upp á rað. Øksl við øksl. Tann fyrsti niðri á Vaglinum í Havn. Og har stóðu so fólk allan vegin niðan eftir Niels Finsens Gøtu, lið um lið, umleið ein metur í part.

 

Har stillaðu øll upp á rað

Og tað fortsetti niðan um Sjónleikarhúsið, framvið Plantasjuni og niðan eftir gamla Oyggjarvegnum. So langt eyga rakk stóðu fólk lið um lið niðaneftir. Hvat mundi vera á vási? Politiið segði frá, at har stóðu fólk allan veg niðan um Kleynsvarða, Gamla Enda og Norðara Skarð. Víðari ígjøgnum Mjørkadal og Mannafellsdal, um Skeiðsá, og oman ígjøgnum Hundsarabotn. Har stóðu fólk, fólk og uppaftur fleiri fólk. Framvið Statoil í Kollfaradali.

Á hesum 20 kilometra langa strekki, stóðu øll arbeiðsfør fólk í Føroyum stillaði upp, øksl móti øksl, lið um lið, kvinnur og menn, ung og gomul. Øll, sum henda dag orkaðu at standa á beinunum. Hvør hevði ein metur, so har vóru 1000 upp á ein kilometur, og 20.000 fólk upp á 20 kilometrar. Undarligur dreymur.

 

20.000 bundir av hundraðkrónuseðlum

So kom ein stórur konteynara-lastbilur koyrandi. Ein maður sat aftanfyri. Hann rætti ein stóran plast-sekk fram. Bilurin koyrdi spakuliga fram við, og hvørt einasta menniskja í hesi næstan óendaligu rekkju rætti eitt bundi av hundraðkrónuseðlum fram. Í hvørjum bundi vóru hundrað seðlar. Hvør maður og kona allan vegin til Havnar hevði tíggju túsund krónur í hondini. So hvørt sum lastbilurin koyrdi framvið, fylti maðurin upp í sekkin.

Tá sekkurin var fullur av hundraðkrónuseðlum, bleiv hann blakaður upp í konteynaran, og hann fór tolin at fylla upp í ein annan sekk. Øll 20.000 fólk, tey arbeiðsføru í Føroyum, sum her stóðu á rað, lótu hvør 10.000 kr í stórasekk. Ganga vit hesi bæði stóru tølini saman, so fáa vit 200.000.000 krónur ella 200 milliónir.

 

Alt fór lógliga fram

Maðurin í bilinum gjørdi einki ólógligt, segði politiið. Bilurin koyrdi í høgru síðu allan vegin, hann hoyrdi ongantíð ov skjótt, og maðurin var ikki ávirkaður av alkoholi. Alt gekk regluliga fyri seg, ferðslulógin bleiv ongantíð brotin.

Men, hví fekk maðurin í konteynarabilinum allar hesar pengarnar? Hvat hevði gjørt hann fortjentan til at fáa eina góða mánaðarløn frá øllum arbeiðsførum, at kalla hvørjum einasta húsarhaldi í Føroyum?

Kanska var tað tí, at samgongan ikki loyvir ”spekulatión”, men bara vanligari spekulatión? Ella er tað bara tí, at stættastríðið er avlýst, í hvussu er í talum og politikaratosi. Ella, tey sum eiga, teimum skal meira vera givið? Tíðindi siga, at sami leikur verður framførdur aftur á hvørjum ári tey næstu 10 til 20 árini.

HYPERLINK "mailto:rg@geogr.ku.dk"

28.05.07