VAR tekur ov nógva tíð og órógvar

(Rás2) Hoyr HM-panelið sum var mannað við Oddbirni Joensen og Tróndi Arge á Rás2 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina HM-panelið sum var á Rás2 seinnapartin í dag.

 

Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge mannaðu HM-panelið.

 

Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge svaraðu fleiri spurningum frá lurtarunum, og teir settu orð á hvussu favorittarnir og norðurlond hava klárað seg.

 

Fyrsta evnið var nógv umtalaða VAR-skipanin. Her meinar HM-panelið, at ein loysn má finnast sum gongur skjótari og ikki oyðileggur "flowið" í spælinum. VAR-avgerðirnar hava verið rættar higartil, so sæð frá einum rættvísissjónarmiði hevur VAR roynst væl, men sjarman fer eisini tá tað spælir ov stóran leiklut. 

 

VAR tekur ov nógva tíð og órógvar, og tann parturin má betrast halda Oddbjørn og Tróndur.