Myndugleikarnir í Avstralia, Niðurlondum, Ný Sælandi og USA biðja nú hvalaverndarfelagsskapin Sea Shepherd gera vart við síni sjónarmið á ein friðarligan hátt.
Felagsskapurin boðaði herfyri frá, at hann fyrireikar fleiri atgerðir, sum skulu forða japonskum skipum at veiða hval í Suðuríshavinum í vetur. Sagt varð, at tiltakið hesaferð verður tað størsta hjá felagsskapinum nakrantíð, og at hann hevur fingið eitt skip afturat til tiltakið.
Tey fýra londini, sum eru ímóti hvalaveiði, mæla í einari felags áheitan Sea Shepherd frá at fremja atgerðir, sum kunnu seta mannalív í vanda. Londini siga, at felagsskapurin hevur rætt til at mótmæla hvalaveiði á ein friðarligan hátt, men at ólóglig framferð kann enda við, at felagskapurin verður drigin til svars fyri gerðirnar.
Fyrr í vikuni staðfesti ein dómstólur í Los Angeles, at skipini hjá Sea Shepherd og stovnarin, Paul Watson, skulu halda seg minst 450 metrar frá teimum japonsku hvalaveiðiskipunum. Dómstólurin bannaði samstundis skipum hjá Sea Shepherd at sigla soleiðis, at tey kunnu koma øðrum í vanda.
Leiðslan í Sea Shepherd hevur sagt, at hon fer at leggja úrskurðin fyri ein hægri rætt.