Àvarar politikarar ímóti at órógva samráðingar

Formaðurin í Starvsmannafelagnum ávarar politikarar ímóti at lata parta- og lokalpolitik órógva samráðingarnar, sum nú eru við Fíggjarmálaráðið

Arbeiðssteðgir og strandferðsla
 

-Politikarar skulu sláa kalt vatn í blóðið.
Gunnleivur Dalsgarð formaður í Starvsmannafelagnum,  ávarar politikarar ímóti at lata partapolitikk og lokalpolitikk órógva samráðingarnar, sum nú eru við fíggjarmálaráðið
Hann heldur, at tað er ein spurningur, sum er nógv størri og nógv álvarsligari enn at politikarar eiga at lata seg freista til at órógva tað fyri at skora ein lokalpolitiska ella partapolitiskan vinning.
Tað, sum Gunnleivur Dalsgarð sipar til, er samrøðan, sum Sosialurin hevði við nakrar politikarar fyrr í vikuni.
Har søgdu nakrir  teirra, at enda samráðingarnar, sum nú eru ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið við arbeiðssteðgi, so at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, fara teir at fáa Løgtingið at leggja uppí og forða fyri, at skipini verða løgd.
Gunnleivur Dalsgarð hevur ikki so øgiliga nógvar viðmerkingar til hetta.
- Eg havi merkt mær, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum í Sosialinum í gjár metti, at tað var skeivt at blanda hendan spurningin um siglingina hjá Strandferðsluni upp í samráðingarnar, sum eru nú, tí tað kann órógva. Og tað eri eg samdur í, tí tað er skilabesti mátin, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Men hann sigur, at Starvsmannafelagið hevur rætt hondina út fyri at skapa støðu viðurskifti í samfelagnum.
- Vanliga vara sáttmálar eitt, ella tvey ár. Men hesuferð hava vit bjóðað okkum til at gera ein fýra ára sáttmála fyri sostatt at skapa frið í samfelagnum tey næstu fýra árini.
- Hesar samráðingarnar vóna vit at kunna halda fram við í einum góðum anda og tí haldi eg, at tað er skeivt at draga Strandferðsluna upp í samráðingarnar nú, tí tað kann órógva samráðingarnar, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
-Tað haldi eg ikki tænir nøkrum endamáli. Tvørturímóti haldi eg, at vit eiga at geva samráðingunum, sum nú eru, bestu fortreytir fyri at føra á mál, leggur hann afturat.