Ávarar um at ansa eftir sprittinum í summar

Hondspritt kann verða serliga vandamikið í summar, heldur serfrøðingur

Fólk eiga at ansa væl eftir, hvussu tey fáast við hondspritt í summar. Tað sigur Jarl Vagn Hansen, átaksleiðari á Trekantbrand, við DR1.

Hondspritt er av álvara vorðin ein gerandisvøra síðani korona kreppan tók seg upp tíðliga í mars og vit spritta okkum um hendurnar, sum vit aldrin hava gjørt áður.

Men átaksleiðarin vísir á, at spritt er serstakliga eldfimt og tí er neyðugt at ansa væl eftir.

– Tað er nógv alkohol í hondspritti og tí er tað serstakliga eldfimt, sigur.

Tí mælir hann frá, at dunkar við spritti standa í bakandi sól, tí sprittið kann dampa, og tað skal lítið til at festa í.

Serstakliga mælir hann frá at at fara beint á grillina við nýsprittaðum hondum, tí vandi er fyri, at tað festur í, og so kann tað verða ein galin endi.

Men tað er eingin loysn at turka nýsprittaðar hendur upp í klæðini, tá ið tú fært at venda búffum og pylsum á grillini, tí so kann eldur koma í klæðini.