Varasemingsmaðurin var partískur

- Semingsstovnurin segði blankt nei til at geva okkum somu lønarhækking, sum vit fingu fyri tveimum árum síðan, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag


Verkfallið

Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, sigur, at undir semingsroyndunum argumenteraði varasemingsmaðurin, Suni Schwarts Jacobsen, betur enn nakar arbeiðsgevari fyri sjónarmiðjunum hjá arbeiðsgevarunum.
  - Suni Schwartz var ógvuliga partískur. Eg haldi ikki, eg nakrantíð áður havi hoyrt ein semingsmann argumenterað so væl fyri sjónarmiðjunum hjá arbeiðsgevarunum, sum hann rann ørindi fyri undir semingsroyndunum.
  Ingeborg er sannførd um, at varasemingsmaðurin er ógegnigur og ikki egnaður at sita í semingsstovninum.
  Spurd, hvussu semingsmaðurin, Høgni Høgnesen, royndist, sigur hon, at hann var hampiligur, bæði í orð og tal.

Svakligt

- Semingsstovnurin segði, at semingsuppskotið skuldi niður um tær 10 krónurnar í tvey ár, sum vit fingu við seinastu samráðingar. Saman við pensjónsgjaldinum, fingu vit meira enn 10 krónur fyri tveimum árum síðan.
  Ingeborg sigur, at feløgini á ongan hátt kundu fara niður um tað, sum seinasti sáttmálin gav.
  - Tað hevði verið púrasta svakligt, sum hon tekur til.

Starvstíðin

Eitt annað, sum feløgini hava lagt stóran dent á undir samráðingunum, er, at starvstíðin fylgir við úr einum arbeiði í annað.
  - Tað er eitt ófrávíkiligt krav, at hevur ein flakakvinna upparbeitt sær starvstíð á einum virki og tískil hevur eina betri tímaløn, eiga fyrimunirnir sjálvsagt at fylgja við, um hon fer í starv á einum øðrum virki, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í FA.
  Semingsuppskotið, sum arbeiðarafeløgini vrakaðu, gav kr. 3,20 um árið í tvey ár, og tá er pensjónin íroknað.
  Hetta uppskot vrakaðu feløgini blankt.