Týsdagin hevði kanadiski varasendiharrin fund við løgmann, har tosað varð m.a. um møguleikar at bøta um handilsviðurskifti landanna millum. Í síni samrøðu við varasendiharran legði løgmaður serligan dent á týdningin av at menna samstarvið við Kanada um felagsáhugamál viðvíkjandi havið og fiskivinnu í Norðuratlantsøkinum.
Seinnapartin týsdagin hevði varasendiharrin fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, har støðan í rækjuvinnuni og føroysku krøvini í sambandi við rækjukvotur í NAFO økjum vórðu umrødd. Um kvøldið var ríkisumboðið vertur fyri ein døgurða.
Seinnapartin týsdagin vitjaði varasendiharrin gravirnar í kirkjugarðinum í Tórshavn hjá teimum seks kanadiarunum úr Royal Canadian Air Force, ið doyðu í Føroyum í seinna heimsbardaga. Varasendiharrin er umboð fyri Kanada í eini felagsnevnd hjá Danmark og bretska samveldinum, ið hevur til endamáls at røkja gravir hjá hermonnum úr bretska samveldinum, ið eru í danska ríkinum.
Mikudagin 24. mars hevur varasendiharrin fund við landsstýrismannin í vinnumálum, umframt at vitja Menningarstovuna, Mentamálaráðið, Fróðskaparsetrið, Listasavnið og Norðurlandahúsið. Seinnapartin mikudagin fer túrurin til trolvirkið Vónina í Fuglafirði og Bátasavnið í Leirvík. Mikukvøldið er Fiskimálaráðið vertur fyri ein døgurða.