Dagurin byrjaði eins og allir aðrir dagar, men endaði í sorgarleiki. 16. september var dagurin, har 14 ára gamla Shaila Bjarnarson á Sandi fekk eina deyðshóttan, og bikari fleyt yvir. - Hatta var tann ringasti dagurin í skúlanum, sigur Shaila, sum er bangin fyri, at onkur fer at gera henni mein.
Sunnudagin 20. september varð Facebook á tremur við søguni hjá Nannu Hanusardóttir Bjarnarson. Mamma 14 ára gomlu Shailu kendi seg noydda at siga frá ógvusligu hendingini á Sands Meginskúla, og hon nýtti Facebook sum amboð. Tó gingu ikki nógvar løtur, áðrenn miðlarnir tóku hendingina upp. Hendan einstaka hendingin stendur tó ikki einsamøll. Happingin, sum Shaila Bjarnarson hevur upplivað, hevur verið ógvuslig seinastu árini.
Tað byrjaði tá Shaila fór frá Skálavíkar Skúla til Sands Skúla í 4. flokki. Hon hevði trivist væl í Skálavíkar Skúla, men Nanna metti, at gentan fekk meira burturúr at fara í ein størri skúla, har fleiri javnaldrar vóru at spæla við. Shaila gekk í 4. og 5. flokki í Sands Skúla og fór víðari við sama flokki til Sands Meginskúla í 6. flokki.
Og happingin byrjaði beinan vegin hon setti fót í Sands Skúla.
- Tey hava happað meg ræðuliga illa síðan eg kom í flokkin. Tey siga eg eri ein feitur grísur og sovorðið greiður Shaila frá.
Dagarnir hava verið ymiskir, men happingin hevur ongantíð verið burtur.
Ein góður dagur hjá Shailu, er tá hon bara nakrar ferðir um dagin fær tveitt skrell í høvdið og tey bara nakrar ferðir kalla hana fyri feita, grísur og líknandi. Ein ringur dagur er, tá herverk verður gjørt, brøv verða skrivað við sera ógvusligum lýsingarorðum um Shailu, og hon verður eksludera frá bólkaarbeiði.
- Eg haldi skúlagongdin er góð, men samanhaldið í flokkinum er ordiliga ringt. Eg blívi kedd, tá ið eg verið happað, men summir dagar eru betri enn aðrir, greiður Shaila frá.
Varnaðist deyðshóttanina í bussinum
Dagurin, sum fekk øði í foreldrini hjá Shailu og í mong onnur kring landið, var mikudagurin tann 16. september. Dagurin byrjaði eins og vanligt. Shaila fór glað í skúla, hóast hon hevur livað við sverari happing seinastu fýra árini.
- Eg skuldi í skúla og so møtast við mammu og babba í Havn, sigur Shaila.
Hon skuldi sjálv fara yvirum við Teistanum, men ávegis hagar hugdi hon nærri at skúlataskuni. Hon varnaðist, at taskan var skorin upp, penalarhúsið var teknað og myndin inni í taskuni var ikki tespilig.
- Eg veit ikki nær tey hava skorið taskuna og gjørt alt hatta. Antin í fríkorterinum ella í síðsta tímanum, sigur Shaila.
Herverk inn á lutir hjá Shailu er ikki óvanligt, og skrivaðar heilsanir heldur ikki. Men hesaferð var øðrvísi.
- Har var ein deyðshóttan á og eg bleiv faktist nokso bangin, greiður Shaila frá.
Tá bar av hjá ungu kvinnuni, sum annars hevur verið jalig og roynt at fingið tað besta burturúr. Men deyðshóttanin gjørdist ov nógv.
- Eg fór til mammu og babba og vísti teimum tað. Eg minnist ikki ordiliga hvat tey søgdu. Eg minnist ikki so nógv frá tí degnum, tí eg var so kedd og græt alla tíðina, sigur Shaila.
Hon minnist tó, at hon spurdi foreldrini "halda tit onkur fer at drepa meg?".
Fyri mong tykist ein líknandi mynd og ein deyðshóttan her í Føroyum, sum vánaligt skemt, men fyri Shailu og familjuna var als einki stuttligt við hesum.
- Hatta er tað ringasta sum er hent fyri meg í skúlanum. Eg verið ofta happað, men handan myndin var nokso vemmilig, sigur Shaila.
Dagurin fór í vaskið
Shaila, mamman Nanna og familjan annars skuldi hittast í Havn hendan dagin, og ætlanin var, at tey skuldu út at hugna sær. Men tá dóttirin trein í land á Gomlurætt broyttist huglagið hendan annars so hugnaliga dag.
- Eg má siga sum er, at eg varð rættiliga illa við. Eg haldi eg var ill, óð, kedd og alt møguligt annað tann dagin, sigur Nanna.
Fyri familjuna av Sandoynni var hetta ein keðiligur dagur. Shaila græt meginpartin av degnum.
Tað eru nú góðir 14 dagar síðani hendingina, men enn er Shaila ikki farin aftur í skúla.
- Vit vita ikki hvat næsta stigið er enn, greiður Nanna frá.
Fyri Shailu er tað at flyta skúla ikki ein møguleiki.
- Eg vil bara hetta skal steðga og at eg kann blíva ein partur av flokkinum, sigur hon.
Løgreglan er komin í leikin
Sum vera man hava fingrar verið peikaðir í almenna rúminum, síðan hendingin hjá Shailu kom fram í miðlunum. Hvar er skúlin í øllum hesum, og hvussu kann slíkt henda ferð eftir ferð?
Men summir partar av skúlanum hava roynt at hjálpt Shailu. Serliga flokslærarin og heilsuhjálparin á skúlanum hava verið um hana.
- Tey hava roynt at tosa við meg og tosa við flokkin, og roynt at fáa tað at steðga, greiður Shaila frá.
Nú er løgreglan komin í leikin, og støðan verður tikin í størsta álvara á Meginskúlanum á Sandi.
Tá unga kvinnan greiður frá hvussu gerandisdagurin hjá henni er, ljóðar tað ikki sørt ótespiligt.
- Tað er ikki stuttligt at ganga í skúla. Øll happað so illa og eingin er góður við hvønn annan. Uttan tey, sum eru í familju, sigur Shaila.
Flokkurin er harður við hana, og Shaila kennir tað sum, at tað mest av øllum er hon, sum er fyri happing.
- Onkuntíð síggi eg, at onkur hevur skrivað eitt bræv, og so fer tað víðari til allan flokkin. Og so síggi eg tað er um meg. Har stendur oftast eg eri feit, grísur, ljót, býtt og sovorðið, sigur Shaila.
Fyllur 15 ár sunnudagin
Shaila gongur í 8. flokki og dagarnir sum barn eru við at vera taldir. Nú nærkast hon 15 ára aldrinum - næsti føðingardagurin er sunnudagin 4. oktober.
Men júst hvussu dagurin skal hátíðarhaldast vita tey enn ikki.
Ein spurningur, sum mong sita við, tá tey hoyra um líknandi hendingar er - hvar eru foreldrini hjá happarunum. Ymisk fólk frá skúlanum hava tosað við onnur foreldur í flokkinum.
- Tað tykist sum, at gerandisdagurin hjá Shailu verður verri hvørjaferð tey hava roynt at sagt frá, sigur Nanna.
Tá hendingin kom fram varð sagt av Meginskúlanum, at tað ikki var greitt hvør hevði framt herverkið og skrivað deyðshóttanina til Shailu. Og soleiðis er tað, sambært Nannu.
- Vit vita ikki hvør tað er. Vit vilja ikki peika fingrar, tí vandi er fyri, at onkur ósekur verður ákærdur, sigur Nanna.
Shaila veit heldur ikki hvør tað er ella hví tað hendi júst hendan dagin.
Í aðrari grein í Vikuskiftis Sosialinum síggja vit søguna um ungdómsárini hjá Niels Una Dam. Hann vísur á, at tað eftir hansara tykki var rætt av honum, at skifta skúla. Men tað vilja Nanna, maður hennara og Shaila ikki.
- Vit hava spurt Shailu hvat hon vil hava hetta skal enda við. Hon vil ikki skifta skúla, hon vil bara passa inn. Og tað er okkurt galið við einum samfelagið, tá ið tað ikki er rúm fyri okkum øllum. Eg kann ikki góðtaka, at Shaila skal skræðast upp við rót, tá onkur annar er trupulleikin, sigur Nanna at enda.
Løgreglan og skúlaleiðslan taka hetta málið í størsta álvara, og í skrivandi stund er SSP samstarvið á málinum. Nær Shaila fer aftur í skúla er enn ikki greitt.