Varð funnin deyður í Oyndafirði

Løgreglan veit ikki hvat er hent

Seinnapartin í gjár varð ein maður funnin deyður á sjónum í Oyndafirði. Hann var farin av húsum, men tá ið hann ikki kom aftur, varð ringt til løgregluna. Nakað eftir varð hann funnin deyður á sjónum, beint inni við land.

 

Løgreglan veit ikki, hvat er hent, men tey siga, at ongar ábendingar eru um nakað brotsverk. Men málið verður kannað og í hesum sambandi verður eisini líkskoðan fyri at fáa staðfest deyðsorsøkina.