Varda Verkstaðið inni á Bakka hevur jólasølu

Varda Verkstaðið inni á Bakka í Vági hevur í ár jólasølu í fyrrverandi skóbúðini hjá Solveig og har letur mánadagin upp sonn jólagávubúð

Tey á Verkstaðnum á Bakka í Vági gleða seg veruliga til jóla. Áður hava tey tikið lut á jólasølustevnum, men í ár hava tey egna jólasølubúð. Tey hava riggað hølini, har Skósølan hjá Solveig var, til eina sanna jólasølubúð, ið letur upp mánadagin 20. november.
Har fæst alskyns jólaprýði, so sum bundnar nissur og mýs, dúkar, trænissur við lykt, pylsupressarar, skeribretti, skerpikjøtskerarar, jólafólk úr steini og málningar og rammur og mangt annað.
Allar vørur kunnu bíleggjast eftir ynski viðvíkjandi liti og máti.
Opið verður fram til jóla frá klokkan 13 til 17:30.