Varðhaldsfongslaður fyri dráp í Grønlandi

Ein 45 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í fyribils 28 dagar, skuldsettur fyri dráp í grønlendsku bygdini, Arsuk.

Løgreglan heldur, at deyðsfallið í Arsuk er illgrunasamt. Ein maður er handtikin og skuldsettur fyri dráp.

Tað var týsdagin í hesi vikuni, at ein 58 ára gamal maður varð funnin lívleysur í grønlendsku bygdini, Arsuk. 

 

Eftir at løgreglan hevði fingið eina fráboðan, og heilsustarvsfólk vóru komin á staðið, varð roynt við lívbjargandi fyrstuhjálp.

 

Men, tíverri eydnaðist tað ikki at bjarga manninum.

 

Grønlands Politi heldur, at deyðsfallið er illgrunasamt, og ein 45 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur fyri dráp.

 

Í vikuni hevur maðurin verið til grunlógaravhoyr í rættinum, og her gjørdi dómarin av at varðhaldsfongsla hin 45 ára gamla í fyribils 28 dagar, meðan málið verður kannað.

 

- Rættarfundurin varð hildin fyri afturlatnum hurðum, veit Sermitsiaq at siga.

 

Grønlands Politi heldur, at málið er illgrunasamt, men vil ikki greiða nærri frá umstøðunum kring deyðsfallið.

 

Sagt hevur tó verið, at grundarlagið undir handtøkuni og skuldsetingini eru umstøðurnar á staðnum, har maðurin doyði og vitnisfrágreiðingar í hesum sambandi.

 

 

 

Løgreglan heldur, at deyðsfallið í Arsuk er illgrunasamt. Ein maður er handtikin og skuldsettur fyri dráp.