Vardy takkar nei til Arsenal

Eftir øllum at døma verður bretski málslúkurin verandi í Leicester.

Skamt undan EM kom tað undan kavi, at Arsenal hevði sent eitt keypsboð til Leicester, har London-felagið ynskti at ogna sær stórskjúttan í Premier League í síðsta kappingarári, Jamie Vardy, frá núverandi meistaraliðnum. Keypsboðið lá um 20 milliónir pund, og orsakað av einari sertreyt í sáttmálanum hjá Vardy hevði Leicester onki annað val enn góðtaka hetta boðið. 

 

Sertreytin í sáttmálanum er tann, at um eitt enskt lið, sum í farna kappingarári endaði ímillum fýra tey fremstu, bjóðaði omanfyrinevndu upphædd, so skuldi Leicester játta leikaranum at skifta. Á donskum er hetta fyribrigdið kent sum frikøbsklausul.

 

Arsenal ynskti, at Vardy skuldi taka eina endaliga avgerð um fótbóltsframtíðina, áðrenn EM byrjaði, men hetta sýtti vandamikli framherjin. 

 

Sum skilst var Vardy í iva um, hvar hann skuldi halda fram, men sum skilst hevur hann valt at verða verandi í Leicester. Tað skrivar bretska BBC í dag.

 

Jamie Vardy skoraði 24 mál í Premier League í fjør. Bert ein spælari skoraði fleiri mál enn hetta, og var tað Tottenham-framherjin, Harry Kane. Hesir báðir áleypararnir umboða báðir Ongland í EM í Fraklandi í hesum døgum.