Várframsýningin 1998

Á Várframsýninig, sum letur upp í dag, er tað føroyska landslagið at síggja og modernistiskar myndir, sum tú kanska mást stríðast eitt sindur fyri at síggja nakað í. Tað tykist kortini vera tíðarinnar krav, tí fleiri og fleiri listafólk fara tann vegin

Malan Marnersdóttir



NÝGGJUR STÍLUR

Í minsta lagi ein, hevur fullkomiliga skift stíl og lag. Tær myndir eftir Sigrun Gunnarsdóttur Niclasen, sum eg higartil havi sæð, hava verið rættiliga daprir, naturalistisk motiv av fólkum í onkrari symbolskari og fastlæstari støðu, stórir flatar í jarðlitum. Í teimum báðum málningunum, sum eru á várframsýningini í ár, er hýrurin heilt øðrvísi - lættari, men samstundis framfýsnari, og teir hava bæði symbolskt motiv, symbolskar litir og skulu tolkast sum symbol. Serliga "Træið" er sterkur málningur, sum eftir mínum tykki hvílir í sær sjálvum.


SPREINGJA GRINDIR

Astri Luihn hevur gjørt frálíka góð linoleumskurðarprent - stórar myndir við fugli í búri, fuglabjørgum og kvinnuandliti "Grindin brestur" í innsettari rammu á myndaflatanum. Tað innibyrgda, sum vil út, tykist vera høvuðsevni. "Grindin brestur" og fuglinum í búri minna eftir mínum tykki um, hvussu Marius Olsen einaferð hevur bygt sínar myndir upp - annars eru myndasløgini, tey gera, hvør sítt. At listaverk hjá einum minna um verk hjá einum øðrum listafólki er einki at undrast á, tað skal vera soleiðis.

Eitt verk ger serliga vart við seg í forhøllini, "Babyboom". Ein stór rúmdekoratión av eini rúgvu av myrkamorreyðum mynstrutum troyggjum í dukkustødd við skríggjandi, ljótum pastelllittum millumstykkjum og skóleistum til. Hongdar upp á trø, sum krossfestar disharmoniir -samansetingin og heitið kunnu ikki vera annað er speisom. Astrid Andreasen hevur á sama viðkomandi hátt, sum hon á várframsýningini í 1993 hevði bundið eitt álitisband, gjørt eina viðmerking til tíðina. Í forhøllini hanga harafturat Rannvá Mortensen, Anna Maria Dahl og Marita Nattestad.



KOPI ELLA ORIGINALUR

Eina aðrastaðni í forhøllini hongur ein Zachariasi Heinesen-mynd - ein av hesum puntutu litføgru málningum, ZH málaði fyri eini 6-7 árum síðani. So langt kom hugarenslið, til okkurt møtti - tað ber ikki til, ZH hevur jú langt síðani málað hasa myndina, so hví hongur hon á várframsýningini í ár? Síggi at Øssur Mohr hevur málað myndina, sum hermir so væl eftir Zachariasi Heinesen. Men Øssur Mohr dugir sjálvur, vísti hann eftir mínum tykki á onkrari aðrari Várframsýning. Men kanska er tað hugsanin um at originalar eru ikki til, alt er kopi - simulacrum? Men eg skilji kortini ikki, hvussu tað ber til at slík herming er við á Várframsýningini.


TRYGGLEIKIN

Inni í gomlu listaskálahøllini valdar tryggleikin. Har hanga teir stóru, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Olivur við Neyst og Zacharias Heinesen, sum mála tey føroysku landsløgini, forma tey burtur úr litum og skapum. Av teimum eru Olivur við Neyst og Zacharias Heinesen mest broyttir, síðani eg sá teir seinast. Nú skal eg ikki siga, at listafólk skulu broyta stíl í heilum fyri framvegis at vera góðir. Men tað man hava týdning á tí fyri tíðina so høgt prísaða marknaðinum. Málningarnir hjá Zachariasi Heinesen hava fingið ein kaldan bláan dám aftur, sum var í myndum hansara mitt í 80'árunum, og okkurt í sjónum á "Ljósglæmu, Hoyvík" minnir meg á teir gomlu føroysku naturalistarnar.

Einaferð líktust málningarnir hjá Kára Svenson og Eyðuni av Reyni teimum, sum Ingálvur av Reyni málaði av bygdaløgum í 1960'unum, men nú tykjast báðir at hava vunnið á "faðirinum". Eyðun er rættiliga villur, meira agi er hjá Kára, men báðir mála myndirnar stórar sum "garasjuportur". Marita Nattestad - úti í forhøllini - kemur við "Quo vadis" VII og VIII væl upp á síðuna á teimum báðum.


MYNDEVNIÐ?

Jóna Rasmussen hongur eisini inni í gomlu høllini, og hennara myndir eru nú eins og ofta áður tví- ella tríbýttir flatar - hesa ferð jarðlittir. Myndirnar hjá Jónu Rasmussen kallast "Synæstesi", sum er tað fyribrigdi, at ein sansing elur fram sansauppliving á einum øðrum øki - at ein sjón t.d. elur fram lukt- ella ljóð-uppliving. Hennara myndir hoyra næstan saman við teimum minimalistisku myndunum á framsýningini, har myndevnið, motiv í vanligari merking, er sera avmarkað; har einki ella næstan einki annað motiv er enn tað, sum navnið á myndini kanska gevur.

Anker Mortensen hevur dyrkað slagið, men hevur nú sett bæði skap og litir upp á summar av hvítu ikonflatunum. Slíkar myndir gera fyrst av øllum vart við, at tær eru tekn - ímynda ikki annað enn flatan í rammuni. Ein kann halda hetta teknið vera fult av merking, onkur annar heldur kanska listafólkið krógva hana.

Og Hansina Iversen ger tað. Hennara myndir geva so lítið frá sær, at tað er ikki meira enn, at tittulin gevur tær nakað at halda um. Málningarnir hjá Hansinu Iversen kallast "Skap", "Skapilsi", "Formar" o.t. og á myndunum eru rundingar og árundaðir fýrakantar. Hvør partur og hvør lítil detalja í myndini fær ovurhonds stóra merking. Tann bleiki ljósablái liturin á einari mynd og tann rómalitti rundingurin, har kontururin er kámur í øðrum borðinum, viga hvør sær ómetaliga nógv. Hinvegin ger tað ikki so nógv, um tú ikki sært allar prikkarnar hjá Amarieli. Sjálvt Marius Olsen er farin henda vegin. Hvat tú heldur um sovorðnar myndir veldst m.a. um, hvat tú heldur um modernistiska list, har tað er skjótt at renna seg í tað, at kompositiónir og snið sum Mondrian, Klee og onnur málaðu í 30'árunum, eru gjørd.


EINFELDI OG RAMMUR

Í stovu saman við Hansinu Iversen hanga umframt teir báðir málningarnir hjá Sigrun G. Niclasen, fýra myndir eftir Oggi, Karstin Olgar Lamhauge, sum eru geometriskar konstruktiónir. Harafturat stórir glasmálningalíkir málningar í svørtum og gulum - reyðum hjá Tróndi Patursson, sum eru ein øgiligur kontrastur til hinar skæru og løttu myndirnar. Mitt á gólvinum stendur verkið hjá Guðrið Poulsen - flottar Sjónotir og Sjógrøs úr leiri. Her hongur eisini Tummas Jákup Thomsen. Fyrstu myndir hansara, sum eg sá, vóru fullir av ímyndaðum lutum og fleiri sløg av myndatøkni vóru í hvørji mynd. Nú er einfeldin farin at gera um seg. Fimm myndir, sum kallast "borin í heim" við grá-brúnligum landslagskendum skapum - berg, fjøll sum rísur upp úr havi - og einum speglvendum donskum søguteksti mitt á kritahvíta myndaflatanum. Saman eru myndirnar áhugaverdar, eins og rekkjan við myndum hjá Hansinu, men eg veit ikki hvussu tær høvdu klárað seg hvør sær.

Jens Fredriksen hevur gjørt tríggjar sera áhugaverdar "Suitur" við abstraktum myndevni, og tær eru mótsett tí mesta á framsýningini smáar, langar og smalar myndir - frisur. Åse Bømler Olsen brúkar eins og Astri Luihn fuglin í myndum sínum. Hjá Åse eru tey á veg út um myndarammuna. Kanska er føroysk málningalist á sama hátt í holt við at spreingja ta traditionellu rammuna. Tað føroyska landslagið verður málað enn, men tað eru alt fleiri, ið tykjast sleppa tí.


Malan Marnersdottir, ph.d.

Føroyamálsdeildin