Várframsýningin 2017 letur upp í Listasavni Føroya fríggjadagin 7. apríl klokkan 16.
Tað verður Kim Simonsen, rithøvundur, sum setur framsýningina.
Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri Várframsýningini.
12 listafólk luttaka í ár. Tey eru:
Brandur Patursson
Birgit Kirke
Guðrið Poulsen
Gunnvør Hoydal Brimnes
Hansina Iversen
Jens Dam Ziska
Jórunn Reginsdóttir
Pernille Mejslov
Philippe Carré
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard
Trina Gaard
Tummas Jákup Thomsen
Eins og í fjør sita Jón Sonni Jensen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini.
Framsýningin verður at síggja á Listasavni Føroya frá 7. til 30. apríl 2017.