Variatión er lyklaorðið í einum telduumhvørvi

Telduarbeiðsskaðar er ein av trupulleikunum í dagsins samfelagi, men tað ber væl til at fyribyrgja hesum skaðum.

Við at innrætta sítt arbeiðspláss við nøkrum ergonomiskum meginreglum í huga, kunnu trupulleikarnir haldast burtur. Vert er alla tíðina at minnast til, at tað er telduumhvørvið, ið skal tillaga seg brúkaranum og ikki øvugt.

Ein upprættur kropsburður hevur alt at siga fyri eitt orkusparandi vøddaarbeiði. Menniskjan í okkara parti av heiminum er um at missa tann góða kropsburðin, og eru orsøkirnar óiva nógvar til tess

Ein av orsøkunum eru allir okkara sitandi tímar - heilt frá barnsbeini av. Fyri at hjálpa til og bøta um hendan trupulleika, er Leila á Lofti frá Fysioterapi á Argjum komin við hugskotinum við elastikkinum og roynt tað. Hon hevur havt tað úti á fleiri skrivstovum til royndarkoyringar, eins og næmingar við ringum kropsburði ganga við tí. Góðu royndirnar gera, at vit nú deila hetta við tykkum lesarar. Royn tað - og njót tað!

<sum$?$end$!$ Hæddin á stólinum skal passa til beinlongdina, t.v.s. at allur fóturin skal vera á gólvinum uttan at lørini vera kleimd.

<sum$?$end$!$ Stólasetrið skal svara til 3/4 av lærlongdini, tað skal vera pláss til eina hondsbreidd millum forkantin á stólinum og knæspøturnar. Her er vert at hugsa um aðrar sitimøguleikar, t.d. á einum stórum bólti, brúka ymiskar pútur at sita á, ella stólar við alternativum setri, har størri møguleikar eru fyri rørslu meðan arbeitt verður.

<sum$?$end$!$ Um stólurin hevur rygglen, skal tað setast soleiðis, at lendastuðulin fyllir lendarnar.

<sum$?$end$!$ Knappaborðið skal setast í hædd soleiðis, at tú kanst arbeiða við hvílandi akslum og undirørmum, sum næstan eru vatnrættir. Handliðirnir mugu ikki bendast ov nógv uppfrá.

<sum$?$end$!$ Eygnafrástøðan til skíggjan skal vera umleið 60 cm., ella tína armlongd .

<sum$?$end$!$ Tað skal vera pláss framman fyri skíggjan til koncepthaldara og knappaborð, og pláss framman fyri knappaborðið t hvíla hedurnar á, umleið 10 cm.

<sum$?$end$!$ Hæddin á skíggjanum skal vera soleiðis, at ovasti kantur á skíggjanum er ájavnt við eyguni, tað svarar til, at hugt verður eitt vet niður í skíggjan.

<sum$?$end$!$ Vippa skíggjan so tú sært vinkulrætt á hann.

<sum$?$end$!$ Skíggin skal setast so langt frá vindeyganum sum gjørligt; men er bert pláss við vindeygað, og tú arbeiðir við telduna meira enn tveir tímar dagliga, so skal dagsljósið koma inn frá síðuni.

*Brúkar tú músina, skal hon setast soleiðis, at allur undirarmurin hevur stuðul og kann haldast tætt at kroppinum. Royn at brúka músina so lítið sum gjørligt og lær teg at skifta millum vinstru og høgru hond.

<sum$?$end$!$ Gang meðan tú tosar í telefon ?
Góðan arbeiðshug!

Kelda: Fysioterapi á Argjum v. Leilu á Lofti