Árliga umhvørvisvikan, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri, verður í ár frá 3. til 10. mai, og hevur hon hesaferð fingið undirheitið “Spill er spell”.
Hetta sipar til, at ein triðingur av øllum mati endar sum burturkast, og at tað tí hevur stóran týdning, at ljós verður varpað á hetta evnið.
Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, sigur tað vera sera viðkomandi er tað at seta matoyðsl á breddan í Føroyum, eins væl og alla aðrastaðni.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Elin Lindenskov.