Kvotur ein møguleiki?
ST-javnstøðunevndin mælir til kvotur, til tess at fremja javnstøðu. Haldi, at kvotur eru ein neyðloysn – men eisini eitt munagott amboð, sum kann vera neyðugt í eini skiftistíð. Vit hava prógvað, at tað gongst illa at fáa javnstøðu sum er. Eitt alt ov dýrabart tilfeingið fer fyri skeyti uttan javnstøðu. Fjølbroytni, eisini í nevndum, er best gongda leiðin – og fleiri hava víst á, hvussu positivt tað er fyri trivnaðin og arbeiðsumhvørvið á einum arbeiðsplássið ella einari nevnd, at bæði kyn eru vælumboðað, og at fólk sum trívast, skapa betri úrslit.
Um ein kvotuskipan hevði virkað í nøkur ár ímyndi eg mær, at tað hevði eggjað fleiri kvinnum til at hildi seg framat, umframt at tær kvinnurnar sum komu í nevndir og leiðarastørv eisini høvdu ‘peikað’ á fleiri kvinnur. Tí mangan sæst – tá størv skulu setast – at arbeiðsgevarar hugsa fyrst um ein tey ein longu kenna ella fólk, sum minna um tey sjálvi.
Óførar í skúlanum, men
Í summar var ráðstevna um javnstøðu í skúlunum í Norðurlandahúsinum. Har varð sagt at, tað er ein avbjóðing at fáa fleiri menn at útbúgva seg til og arbeiða sum lærarar. Skúlar og stovnar ynsktu sær fleiri lærarar og námfrøðingar, sum vóru menn!
Men eitt sum tóktist løgi var hetta: genturnar skara framúr í skúlunum. Møta væl upp, fylgja væl við og fáa bestu próvtølini. Eisini verða tær betri útbúnar. Kortini er inntøka teirra nógv lægri enn hjá monnunum og tær manna sjáldan størvini við hægstu lønini ella størsta valdinum.
Javnvág familju og arbeiðslív
Ofta sigast kvinnur at velja vælløntu størvini frá, tí tær vilja hava betri tíð til familjuna. Skilji hugburðin og eri lutvís samd. Og júst tí tørvar okkum eina størri vitan um – hvørji átøk skulu til, til tess at familjurnar í Føroyum kenna størri javnvág millum arbeiðslív og familjulív. Nøkur boð kundu verið:
longt barnburðarfarloyvi
fleksiblari barsilsskipan
rætt til løn barnsins 1. sjúkradag
pápakvota
flekstíð
betri møguleikar at arbeiða heimanífrá
Men vit mugu fáa at vita, hvat veruliga skal til til tess at føroyska familjan kennir størri javnvág millum familju og arbeiðslív.
Hví flýggja tær?
Norðuratlantsbólkurin gjørdi í 2008 kanning um, hví føroyingar velja at búseta seg uttanlands. Tvær orsøkir vístu seg at vera ov vánaligar sosialar skipanir og konservatisma í føroyska samfelagnum. Og sanniliga skilji eg grundgevingarnar. Børn og ung við serligum tørvi verða send av landinum, korini hjá støku uppihaldarunum kunnu ikki samanberast við tey í øðrum norðurlondum, bústaðarmøguleikarnir eru fáir. Verandi samgonga hevur heldur ikki tikið barsilsskipanina upp á tunguna. Fyri ikki at nevna pápakvotuna! §266b tók meir enn 25 ár at fáa samtykta og javnstøðulógin ártíggju!
Nevndarvalið í Atlantsflog
Í vár varð varpað ljós nevndarvalið í Atlantsflog. Eingin kvinna var í nevndini. Landsstýrismaðurin segði tá, at tað kravdi serligar førleikar, felagið var jú børsskrásett. Men hvørjir hesir serligu førleikarnir vóru fingu vit einki at vita um – ella júst hvat tað var, sum kvinnunum tørvaðu fyri at fáa møguleikan.
Hvussu verða nevndarlimir valdir?
Forkvinnan í Javnstøðunevndini – Kristianna Winther Poulsen – sigur, at vit mugu fáa lýst:
Hví so trupult er at fáa kvinnur á privata arbeiðsmarknaðin
Hvørjar eru røttu kvalifikatiónirnar
Hvussu ávirka vit til broytingar
Haldi hetta ljóðar sera skilagott. Og fingu vit hesum spurningum svaraðum, tá bar ikki til hjá landsstýrsmanninum sum varar av økinum at koma við grundgevingum – sum teimum vit hoyrdu fríggjakvøldið. Og hvør veit! Kanska fleiri av teim 2000 kvinnunum fingu hug at flyta heim, um tær kendu, at tær sóust aftur – eisini í leiðarastørvunum í landinum!