Bretski rúmdarmaðurin, Tim Peake, var spentur eftir at sleppa sín fyrsta rúmdargongutúr í gjár, men ein vatndropi forðaði fyri hesum. Tað var enntá ein vatndropi á hjálminum hjá amerikanska starvsbróðrinum, Tim Kopra, sum gjørdi, at rúmdargongutúrurin av trygdaráðum mátti avbrótast í tveir tímar.
Amerikanski rúmdarstovnurin, NASA, sigur uppgávuna hjá teimum báðum vera at skifta eina elektriska eind út á altjóða rúmdarstøðini ISS, sum ferðast kring jørðina upp á 90 minuttir. Myrkt er í 31 minuttir hvørja ferð, og tað var, meðan tað var myrkt, at teir báðir rúmdarmenninir skuldu fara sær ein túr útum at gera arbeiðið.
Undan ætlaða ævintýrinum uttan á ISS skrivaði Tim Peake á sínum bloggi, at hvørt fet á tí hálvansjeynda tíma langa gongutúrinum var “lagt neyvt tilrættis”.
Støðan í gjár minti um hana í 2013, tá vatn fyltist í hjálmin hjá italska rúmdarmanninum, Luca Parmitano, so hann var um at drukna, og av trygdaráðum varð sjálvadi alt gjørt fyri at forða fyri eini møguligari endurtøku.
– Hóast hetta kundi mint um, so var hendingin hesa ferð ikki í nánd av at vera so álvarslig, og allir partar bóru skjótt at, sigur Rob Navias á NASA við AFP-tíðindastovuna.