Vatnhamar til EB/Streym

Tróndur Vatnhamar hevur gjørt ein eittára sáttmála við EB/Streym. Avtalan inniber, at hann skal verja málið hjá 1. deildarliðnum hjá EB/Streymi, umframt at hann verður eykamálverji hjá Vodafoneliðnum. Hetta skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari. Tróndur Vatnhamar er uppvaksin í B36 og hevur fyri tað mesta eisini spælt har. Tó hevur eitt skifti spælt við HB, áðrenn hann vendi aftur til barndómsfelagið á sumri 2008. Nú er greitt, at 29 ára gamli havnarmaðurin eisini fer at hava EB/Streym standandi á sínum fótbólts CV.