2. deild
Tað sá onki út hjá VB tá seinna hálva av kappingini byrjaði í august. Tá lá liðið aftast við 6 stigum, 4 upp til HB á næstaftasta plássið. Men síðani hevur gingið javnt framá, og í
seinnu helvt eru 16 stig komin í hús. Klaksvíkingar hava alt ár ligið toluliga væl fyri, og hava staðið seg væl á heimavølli.
Eftir úrslitini leygardagin hava bæði VB og KÍ tryggjað sær pláss í deildini aftur næsta ár.
Bæði liðini eru 4 stig frammanfyri HB, og tá Sumba og NSÍ skulu møtast í seinasta dystinum næsta vikuskiftið, kann bert tað eina av hesum liðunum koma uppá 22 stig.
Málríkur dystur
Dysturin í Vági gjørdist málríkur og fekk eisini tann rætta vinnaran. VB var betra liðið so at siga allan dystin, og í hálvleikinum var støðan 3-1 til heimaliðið. KÍ var ikki so væl mannað henda dagin sum onkran av teimum seinastu dystunum.
Robert Cieslewicz sum ikki hevur verið á 1. deild seinastu dystirnir, og hesaferð royndi seg á næstbesta liðnum, legði VB á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki.. Hann fylgdi upp uppá ein bólt tá Birgir Jørgensen hevði skallað á stongina. Løtu seinni økti Birgir Jørgensen til 2-0, tá hann bleiv spældur leysur av Robert. Men minuttin eftir hetta, gav veteranurin hjá KÍ Olgar Danielsen, KÍ vónina aftur tá hann minkaði um munin til 2-1, eftir at verjan hjá VB ikki fekk bóltin burtur..
Henda støðan helt sær til síðsta minuttin í fyrra hálvleiki, tá vágbingar aftur fingu mál og løgdu seg á odda 3-1. Aftur hesuferð var tað Birgir Jørgensen sum var á blettinum.
Avgerðin fellur
Vónin sum klaksvíkingar hava havt til at fáa eitt úrslit við sær úr Vági, bleiv sløkt tíðliga í seinna hálvleiki. Longu í fyrsta minutti skoraði Birgir Jørgensen sítt triðja mál til 4-1, og so var ongin vegur aftur hjá KÍ.
VB fekk trý mál aftrat við stuttum millumbili, og var eitt skifti á odda 7-1. Fyrst var tað Robert Cieslewicz sum skeyt mál til 5-1, Birgir Jørgensen økti til 6-1 og Sigmund Mikkelsen setti punktum fyri málskjótingini hjá VB, tá John William í KÍ-málinum fór skeivur av bóltinum, sum endaði hjá Sigmund sum skeyt hann inn í málið.
Fáar minuttir fyri leiklok fekk KÍ pyntað um úrslitið, tá Marius Nystrøm fekk seinasta fótin á bóltin.. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 7-2 til VB.
Í næstu viku skal VB spæla á Sandi, meðan KÍ tekur móti HB. Bæði VB og KÍ eru sum sagt tryggjaði eitt ár aftrat í deildini. Hinvegin hava bæði B71 og HB nógv at spæla fyri, og kanska er tað tí ein fyrimunur hjá teimum, at ikki so nógv stendur uppá spæl hjá VB og KÍ.
Dysturin í tølum:
VB-KÍ 7-2(3-1)
1-0: Robert Cieslewicz
2-0: Birgir Jørgensen
2-1: Olgar Danielsen
3-1: Birgir Jørgensen
4-1: Birgir Jørgensen
5-1: Robert Cieslewicz
6-1: Birgir Jørgensen
7-1: Sigmund Mikkelsen
7-2: Marius Nystrøm