VB fast í botninum

Skuldi VB vinna seg av botnsessinum, so var neyðugt við einum sigri á VÍF, men tann ætlanin varð av ongum.

VÍF byrjaði betur, og tá tær um miðjan fyrra hálvleik veruliga skræddu seg leysar, megnaði VB ongan tíð av álvara at svara aftur.

Komandi vikuskiftið hevur VB dyst móti StÍF, sum er næstniðast. Munurin millum tey er tó framvegis fýra stig, og tí verður at kalla vónleyst hjá VB at bjarga sær tilveruni í Sunset-deildini. Í øllum førum, um deildini ikki verður víðkað. Nakað sum tað nú kortini er lagt upp til.

 

Fyri VÍF skoraði Liljan Djurhuus 12 mál í dag. Tað sama gjørdi Migle Senvaityte fyri VB.

 

VÍF-VB 33-23 (16-11)