HONDBÓLTUR
Sunnudagin verður ein dystur á skránni í Sunset deildini, tá VB tekur ímóti Kyndli í Vági. Gongdin hjá VB hevur verið góð síðstu dystirnar, og síðsta vikuskiftið hølvaðu tær oddaliðið úr Stjørnuni av, tá hesar vitjaðu í Vági.
Tí má VB metast at vera favorittur í dystinum ímóti Kyndli, men gongdin hjá kyndlakvinnunum hevur eisini verið tann rætta síðstu dystirnar. Næstseinast fingu tær javnleik á StÍF, og síðsta dyst fingu tær aftur javnleik, tá tær leiktu ímóti Neistanum. Í hesum báðum dystunum hava tær mangla ein av týdningarmestu leikarunum, tí Jórun Ludvig hevur ikki verið við. Hon verður tøk aftur til dystin ímóti VB, men Kyndil má hinvegin vera bæði Randi Wardum og Bjørg Syderbø fyri uttan.
Barbara Egilstrøð hjá Kyndli væntar ein ringan dyst í Vági sunnudagin.
- Hetta verður helst ein ringur dystur. VB-liðið er sera sterkt, so vit mugu bara fara suður at kempa, og so vóna at vit raka ein góðan dag. Vit mangla sjálvandi bæði Randi og Bjørg, men tað hevur stóran týdning, at Jórun er klár aftur.
Hjá VB sær gott út við fólki til dystin ímóti Kyndli. Laila Jespersen og Rannvá Augustinussen eru byrjaðar aftur, og Gurið Mortensen er heima í Føroyum, so hon verður eisini við til dystin. Einasti leikarin, sum manglar, er Margreth Augustinussen, sum er skødd.
Rannvá sigur, at tær ætla at kempa seg til sigurs enn einaferð.
- Nú gekst sjálvandi gott ímóti Stjørnuna seinast, og hetta vilja vit halda fast um. Vit vunnu tann dystin, tí vit kempaðu, so hetta verður eisini uppskriftin ímóti Kyndli.