VB hevur fingið venjarar og leikarar uppá pláss til komandi kappingarár.
Hesum boðar formaðurin í VB, Bogi Mortensen, frá á fb vanganum hjá VB í kvøld.
Herfyri boðaði VB frá, at Rasmus Stensgaard var settur sum høvuðsvenjari hjá VB. Síðani hevur VB gjørt sáttmála við Katrine Borup, sum saman við Rasmus skal virkað sum venjari hjá yngru liðunum. Katrine, sum er málverji, fer eisini at spæla við besta kvinnuliðnum hjá VB, skrivar Vogi Mortensen.
Vladana, sum spældi við VB seinasta kappingarár, hevur gjørt nýggjan sáttmála við VB fyri komandi kappingarár, leggur Bogi Mortensen afturat.
Rasmus Stensgaard var venjari hjá VB í eitt ár fyri nøkrum árum síðani, og mentist liðið nógv hesa tíðina. Nú hevur Rasmus gjørt 3 ára sáttmála við VB.
Katrine Borup leikti við VB í 2017, tá hon var ein av fleiri leikarum frá Ítróttaháskúlanum, ið styrktu VB liðið.