Tað eydnaðist Stjørnuni at vinna týdningarmikla útidystin móti VB, og harvið halda føroyameistararnir úr Klaksvík framvegis fast um vónina at fáa fatur á oddafiskunum úr VÍF.
Í einum sera jøvnum dysti eydnaðist Stjørnuni at vinna, við einum máli, men fram til seinasta minuttin av dystinum var tað VB, sum hevði leiðsluna.
Hinir báðir dystirnir í deildini endaðu á leið, soleiðis sum roknast kundi við. VÍF vann stórsigur í Runavík, meðan Kyndil ikki hevði nakrar serligar trupulleikar av at basa Sóljuni.
Úrslitini um vikuskiftið vóru hesi:
Kyndil-Sóljan 27-19 (14-9)
Tjaldur-VÍF 11-37 (4-14)
VB-Sóljan 25-26 (10-10)