Fótbóltur
Tá VB fyri stuttum hevði aðalfund, boðaði formaðurin, Mannbjørn Tausen, frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum formaður. Í fyrstu atløgu varð eingin nýggjur formaður settur at taka við, men á nýggjum fundi mánakvøldið, varð Óli Holm valdur inn sum nýggjur formaður.
Eingin kollvelting
Óli hevur í mong ár verið knýttur at VB á ymsan hátt, og millum annað hevur hann eisini áður verið formaður, men seinnu árini hava tað verið nevndarsessirnir í FSF, sum hava havt gleði av arbeiði hansara.
Við Sosialin sigur nýkosni formaðurin, at nú hann er vorðin formaður hjá VB, noyðist hann í øllum førum at siga sessirnar í teimum nevndum, sum hava við heimligu kappingina at gera, frá sær. Hesir eru sessirnir í kappingarnevndini og dómaranevndini, har Óli eisini er formaður.
- Spurdur, um vágbingar kunnu vænta sær nakrar broytingar, nú nýggjur formaður er í felagnum, sigur Óli, at tað fær hann so einki sagt um í løtuni.
- Fyrst og fremst má eg seta meg inn í tingini. Síggja akkurát, hvussu felagið virkar, hvørjar avtalur vit hava koyrandi o.s.fr. Lat meg tó leggja afturat, at mín fatan í øllum førum er, at VB er eitt felag, sum í løtuni koyrir sera væl. Ja, somikið væl, at vit í fjør vunnu FM-heitið, so eg trúgvi neyvan, at fólkið í felagnum fer at merkja nakrar kollveltandi broytingar.
Annars vísir Óli eisini á, at hann vónar, at alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum fer fram í felagnum, eisini fer at standa við framyvir.
- Uttan alla tað sjálvbodnu arbeiðsmegi, sum VB verður borið av, hevði tað snøgt sagt verið ógjørligt at rikið felagið, sigur nýggi formaðurin at enda.