VB hevur nú sett nøsina fram móti enn eini luttøku í Intertoto-kappingini. Nýggi venjarin Krzystof Popczynski hevur eisini roynst sera væl sum spælari, og tað hevur havt við sær, at VB nú bert er tvey stig frá NSÍ og fjórða plássinum, sum í løtuni gevur atgongd til toto-kappingina, sum VB var við í fyrr í summar.
Sunnudagin var B68 í Vági. Bæði liðini vóru skerd við tað, at Øssur Hansen var leikbannaður hjá toftamonnum, meðan Jón Pauli Olsen hjá VB eisini sat uttanfyri við trimum kortum.
Men tað vísti seg rættiliga skjótt, at saknurin hjá B68 var størri. Tað sást, at Øssur Hansen hevur sera stóran týdning fyri toftaliðið, meðan VB stillaði upp við trimum áleyparum, hóast Jón Pauli Olsen ikki var við!
Krzystof Popczynski var fremstur, og afturat sær hevði hann Milan Culjic og John Eystberg, sum báðir vóru rættiliga offensivir. VB hevur ikki fyrr roynt hesa uppstillingina, men tað var neyðugt við broytingum, nú teir vóru skerdir, og tað riggaði eisini væl.
VB tók leiðsluna, tá eini 20 minuttir vóru spældir. Teir fingu hornaspark, og eftir eina innvanda kombinatión endaði tað við, at Magni Mohr kundi seta bóltin í kassan til 1-0.
Fimm minuttir áðrenn hálvleik økti Milan Culjic, eftir at Popczynski var farin framvið eini trimum toftamonnum úti í vinstra borði. Hann sendi móti handaru stong, og jugoslaviski miðvallarin, ið spældi sum hálvur áleypari sunnudagin, tveitti seg fram og heilfluktaði bóltin, sum fór á tvørstongina og í mál. Sera vakurt, og 2-0 til VB.
B68 hevði ikki nógv at bjóða uppá í fyrra hálvleiki. Í spæli gekk javnt á, men tað var heimaliðið, sum hevði flestu kjansirnar.
Nærmast við at skora áðrenn steðgin var B68, tá Jákup Djurhuus fekk snittað eitt hornaspark móti málinum, men Bjarni Johansen fekk vart fyri. Onkrir av toftamonnunum vildu vera við, at bólturin hevði verið innan fyri málstrikuna, men tí fingu teir ikki viðhald í frá dómara og linjudómara.
B68 betri við síðstu 20 minuttirnar
Seinni hálvleikur víkti ikki nógv frá tí fyrra. VB var naskari, og Krzystof Popczynski hevði eina roynd á tvørstongina. Triðja málið hjá vágbingum kom eisini rættiliga tíðliga í seinna hálvleiki. Milan Culjic var fyrstur á einum innleggi úr vinstru síðu, og við støðuni 3-0 fór VB at spæla rættiliga væl.
Men so líðandi dovnaðu teir burtur aftur, og B68 kom fyri seg. Trýstið frá toftamonnum gav teimum eisini eitt brotsspark, tá Jóhan Carl Dam metti, at Eyðun Kjærbo feldi Fróða Benjaminsen inni í brotsteiginum. Brotssparkinum tók Jan Petersen sær av, og hann skoraði til 3-1.
Men ov seint var, hóast Andréy Stakhánov hevði ein stóran møguleika at minka til 2-3, tá hann skallaði uppum. Men sum heild var B68-liðið ikki so vælspælandi, sum tað hevur verið í øðrum dystum, og VB hevði lætt við at koyra sigurin heim.
Sigurin bleiv kortini dýrur fyri vágbingar, tí bæði Eyðun Kjærbo og Milan Culjic fingu gult kort. Tað merkir, at teir báðir eru leikbannaðir, tá VB komandi vikuskiftið fer í Gundadal at bjóða oddaliðnum HB av.