TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Báru Krosslá Mortensen, sum skeyt trý mál í 23-27 tapinum ímóti Neistanum í høllini á Hálsi í Havn í dag. Eitt úrslit, sum merkir, at Neistin vann samanlagt 49-40 í hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini.
Bára Krosslá Mortensen, sum skeyt trý mál í dag ásannar, at VB hevur ein afturvendandi trupuleika, sum hevur víst seg í báðum hálvfinalunum, og tað er, at vágskvinnur megna ikki at fylgja Neistanum seinastu 10 minuttirnar av dystinum.
Nú er málið hjá VB at vinnu bronsu í landskappingini, sambært Báru Krosslá Mortensen, sum heldur, at tað er alt ov langt upp til Kyndil og Neistan í hvonndeildini.