VB/Sumba nýggjan høvuðsstuðul

VB/Sumba er enn inntakt. Men nú við nýggjum høvuðsstuðuli, og mikukvøldið skrivaði felagið undir sáttmála við Sp/f Inntakt Sáttmálin er fyribils fyri inniverandi kappingarár, men báðir partar tykjast áhugaðir í at halda fram við samstarvinum, um alt gongur eftir vild.

- Avtalan er góð fyri felagið, sigur Bjarni Johansen, formaður í VB/Sumba.

- Hetta er sum ein akkordskipan. Betri menn arbeiða, betri er tað fyri felagið. Liðið hevði sjey góð ár, nú hava sjey verri ár verið, so nú vænta vit at fáa sjey góð ár afur, sigur Martin Hvanná Dam, ið rekur fyritøkuna Innpakt.

Fyritøkan hevur gjørt íløgur í Vági, og hevur tí áhuga í at stuðla VB/Sumba.