VB/Sumba tók í gjár eitt týðandi fet ímóti Vodafonedeildini, tá liðið á heimavøllinum á Vágseiði vann í málríkum dysti á B68. Hetta var dysturin, sum var útsettur fyri veður næstsíðsta vikuskifti. Nú øll liðini í 1. deild hjá monnum hava spælt 20 dystir, er VB/Sumba fimm stig framman fyri tey trý næstu, sum eru HB, B71 og TB. Tá avtornaði, vann VB/Sumba 4-3, eftir at hava verið á odda 3-2 í hálvleikinum, men ta einu løtuna var B68 á odda, umframt at toftamenn tvær ferðir undir dystinum javnaðu, eftir at VB/Sumba var farið framum. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið við yvirlutan, og umframt málini, hevði VB/Sumba eisini skot á yvirliggjaran. Men í seinna hálvleiki legði B68 trýst á vertirnar, men til fánýtis, tí fleiri mál komu ikki.