VB/Sumba smurdi AB av

VB/Sumba gjørdi eitt gott hál í næstbestu deildini hjá monnum í dag.

Teir tóku ímóti AB í tí, sum var avgjørdur toppdystur hetta vikuskiftið, men AB fekk ikki eitt bein til jørðina.

AB var væl við í spælinum, og Tróndur Sigurðsson minkaði undan steðginum um munin, sum tískil varð 2-1.

Men Bjarni í málinum hjá sunnanliðnum spældi ein sera góðan dyst, og tá ið VB/sumbingarnir so vóru bæði nógv ágrýtnari og sera effektivir frammanfyri málinum, fingu argjamenn lítlan og ongan møguleika

Endaliga úrslitið var, at VB/Sumba vann tryggan 4-1 sigur. Dan Djurhuus skeyt 3 mál og Jón Krosslá Poulsen slapp eisini á máltalvuna.