Sum flestum kunnugt hevur leingi verið gott samstarv millum umgdómsdeildirnar hjá VB og TB. Tey hava m.a. havt felsgslið í dreingjadeildini. Hetta samstarvið hevur nú annað árið á rað givið gott úrslit. Í fjør vunnu teir føroymeistaraskapin, og í dag varð greitt, at dreingjaliðið VB/TB hevur vunnið bæði steypa- og landskappingina - the double, skriver heimasíðan hjá VB/Sumba.
Í neistseinasta kappingarumfari á Vágseiði seinnapartin vunnu suðuroyingar 7 - 0 á NSÍ. Í seinastu 3 dystunum hevur einki mál verið skorað ímóti teimum.
Dreingirnir fáa heiðursmerki handaði komandi leygardag, tá teir skulu leika heimadyst ímóti Skála.
Málini í dag skutu Gilli 2, Hanus 3, Beinir 1 og Arthur 1, veit heimasíðan hjá VB/Sumba at siga.