VB vann á B71

Fótbóltur: B71 var ikki so væl upplagt, sum tað plagar at verða á heimavølli, og tí var tað fult uppiborið at vágbingar fóru við øllum

1. deild menn:

B71-VB 1-3 (1-2)


Vágbingar hava havt eina frálíka góða seinnu hálvu av landskappingini, og aftur hetta vikuskiftið eydnaðist teimum at vinna. Teir vitjaðu á Sandi, har toppliðini hava havt stórar trupulleikar við at fáa stig burtur úr, og teir vóru omaná móti einum merkisvert illa uppløgdum heimaliði.

Hóast sandingar fingu leiðsluna í dystinum, so var langar løtur lítið um teir. Teir høvdu ikki somu ferðina og neyvleikan í mótálopunum, sum teir plaga at hava, og tá tað plagar at verða besta vápnið, tá mál skulu gerast, so segði tað seg sjálvt, at tað var trupult at skora.

Broytingarnar, sum vóru gjørdar á liðnum hjá B71, høvdu kanska sín part av skuldini fyri, at heimaliðið hevði ilt við at fóta sær. Verjuspælarin Bjørn Thorsteinsson breyt hondliðina í seinasta dystinum, og spælir tí ikki aftur í ár. Tað ger ein annar miðverji, Jógvan Jón Petersen, heldur ikki, tí eisini hann hevur fingið snudd.

Venjarin hjá B71, Ivan Hristov, flutti Peter Ritter av miðvøllinum og í verjuna, og Eli Hentze var fluttur úr álopinum og aftur á miðjuna, har hann hevur spælt fleiri dystir í ár. Inn á liðið komu Jón Brekku, sum byrjaði fyri fyrstu ferð í 1. deild, og Torbjørn Jensen, sum hevur nógvar royndir í 1. deild. Í hálvleikin fór Torbjørn út, og Ernst Løkjá kom inn. Tá fór Peter Ritter framaftur á miðvøllin at spæla.


Mistu leiðsluna

B71 kom á odda, tá okkurt um 20 minuttir vóru spældir av dystinum. Heimaliðið hevði fríspark í vinstru síðu, og tað sendi Páll á Reynatúgvu inn í VB-brotsteigin, har var Rúni í Soylu hægstur og stútaði móti málinum. Bólturin brast í tvørstongina, rakti síðani bakið á VB-málverjanum og fór í málið.

Sandingar høvdu tikið leiðsluna, men hana mistu teir fyri steðgin. B71?ari misti bóltin frammi á vøllinum, VB fór í skjótt mótálop, og tað endaði við at Jón Pauli Olsen fór til baklinjuna og legði inn fyri. Har skudli ein B71-verjumaður rudda bóltin burtur, men hann kiksaði, og so endaði bólturin hjá Dan Djurhuus, sum avgreiddi í málið.

Og løtu seinnu vóru tað gestirnir, sum fóru fram um, tá spælandi venjarin hjá teimum, Krzystof Popzcynski skoraði til 2-1. Ein skrábóltur varð sendur inn í brotsteigin hjá B71. Har var Jón Pauli Olsen hægstur og fekk høvdið á, og so vóru smálutirnir við útiliðnum, tí bólturin endaði beint fyri føturnar á Krzystof Popzcynski, sum sendi bóltin í kassan við ein um góðum, fløtum skoti.

Tá liðini fóru til hálvleik høvdu heimaáskoðararnir kensluna av, at hetta var ikki dagurin hjá teirra liðið. Rættiligt bit var ikki í álopspartinum, og hóast liðið fekk leiðsluna, tóktist tað ikki so øðiliga trupult hjá mótliðnum at koma afturíaftur.


VB staðfesti

Í seinna hálvleiki hevði B71 nógv spæl, men teir kláraðu ikki at umseta tað til stórar málkjansir, og í mótálopunum vístu vágbingar, at teir eisini duga at spæla skjótt og beinleiðis fram eftir vøllinum.

Vongverjin í vinstru hjá B71, Antines Magnussen, hevði eina góða roynd, men tá bjargaði Bjarni Johansen til horna. Í mótálopunum hjá VB, har Popzcynski var við í nógvum, spurdust onkuntíð vandamiklar atsøknir burtur úr, og einu ferðina av um reppið at spælandi venjarin hjá VB skoraði.

Tá fáir minuttir vóru eftir at spæla staðfesti VB sigurin, tá teir skoraðu til 3-1. Ein B71-verjumaður skuldi sparkað bóltin burtur, tá VB sendi inn í brotsteigin, men hann rakti ikki bóltin, sum hann ætlaði, og so endaði støðan við, at Jón Pauli Olsen kom at standa púra leysur stutt úr málinum, og tað hevði hann ongar trupulleikar við at umseta til mál.

B71 ásannaðu eftir dystin, at hetta var teirr vánaligasta avrik á heimavølli í nógvar dystir, meðan vágbingar fegnaðust um, at teirra frálíka røð í seinnu hálvu aftur hevði sigur við sær, og hóast teir høvdu trupulleikar við fólki undan dystinum, vóru teir førir fyri at vinna á Sandi. Og tað er gott avrik.


B71: Valdemar Nowisci ? Kristian Nielsen, Ib Mohr Olsen, Páll á Reynatúgvu, Peter Ritter, Antines Magnussen ? Kári Sørensen, Eli Hentze, Jón Brekku ? Rúni í Soylu, Torbjørn Jensen

VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Mikael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Petur Óli Samuelsen ? Tórður Holm, Jón Gærdbo, Krzystof Popzcynski ? Jón Pauli Olsen, Dan Djurhuus