1. deild kvinnur:
VB-GÍ 35-24 (17-13)
Vágskvinnur gjørdu eitt rættiligt hál í botndystinum GÍ sunnudagin.
Eftir ein lutvíst javnan fyrra hálvleik, har GÍ fleiri ferðir eisini hevði leiðsluna, tók vágskvinnur dyk á seg, og tær vunnu tryggan sigur, tá alt kom til alt.
Fram móti hálvleikinum fóru tær fleiri mál fram um, og so hildu tær seg frammanfyri restina av tíðina, at enda vóru 11 mál á muni.
Dysturin hevði stóran týdning, tí tapti VB dystin mistu tær eitt fet sammett við bæði Stjørnuna og GÍ, men nú vann VB-liðið, og tað hevði við sær, at tað er sera javnt í botninum.
Øll trý botnliðini, VB, Stjørnan og GÍ, hava fýra stig eftir fyrstu 10 dystirnar, og einastu sigrarnar liðini hava vunnið, hava verið í innanhýsisdystum mót hvørjum øðrum.
Sólrun Krosslá og Eydis Kjærbo gjørdu átta mál í part fyr VB, og Sunrid Gleðisheygg gjørdi 10 mál fyri tapandi liðið.