Hondbóltur ? kvinnur
Seint fríggjakvøldið avgreiddu VB og StÍF útsetta dystin sínámillum. Upprunaliga skuldi dysturin verið leiktur seinasta vikuskiftið, men orsakað av sølustevnu varð hesin tó fluttur.
Gjørt varð av, at hetta skuldi avgreiðast fríggjakvøldið, men nevyan hevði nakar roknað við, at talan skuldi gerast um eina somikið drúgva uppliving hjá pørtunum.
Seinkaður dystur
Støðan var nevnliga tann, at Smyril var nakað seinkaður á veg suður, og tí mátti sjálvandi bíðast nakað, áðrenn farast kundi ígongd við dystin.
Somikið langt var útliðið, at tá VB at enda hevði vunnið ein tepran trý-mála sigur, hevði klokkan nærum sligið midnátt.
Sum vera man kom hetta serstakliga illa við hjá VB. Longu dagin eftir skuldu tær spæla útidyst móti Kyndli, og hetta viðførdi, at náttarsvøvnurin neyvan gjørdist til meira enn einar fimm tímar, áðrenn leiðin gekk til Havnar.
Tað kann til stuttleikar nevnast, at eftir dystin millum fyrstudeildarliðini spældu somu feløg dyst í aðru deild. Hesin varð ikki liðugur, fyrr enn klokkan var eitt, so talan gjørdist um eina veruliga hondbóltsnátt í Vági fríggjakvøldið.
Dysturin í tølum
Eingin dómaraseðil komin