VB vann stig í Havn

VB framdi eitt lítið bragd longu fyrsta dystin, tá tað eydnaðist at vinna sær javnleik móti greipuvinnarunum úr Kyndli

Longu í fyrsta umfarinum av fremstu kvinnudeildini kom eitt óvæntað úrslit.

 

Hetta kom á Hálsi í Havn, har Kyndil tók ímóti VB. Kyndil vann greipuna í fjør, og í stórsteypadystinum móti Neistanum lótu tær ongan iva vera um, hvar skápið skuldi standa. Men í dag fingu tær at síggja, at VB so sanniliga ætlar sær at spæla við í ár.

 

Fyri tað nógva var talan um javnan dyst, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk VB veruliga ferð á. Tær vunnu seg upp á 18-15, men tríggjar útvísingar á rað loyvdu Kyndli inn aftur í dystin. Heimaliðið tóktist hava strítt seg til sigurin, tá tær vunnu seg upp á 22-20 bara tríggjar minuttir fyri leiklok, men VB hevði seinasta trumfin, og við tveimum teimum seinastu málunum í dystinum vunnu tær sær javnleikin.

 

Anna Brimnes skeyt 10 av málunum hjá Kyndli. Fyri VB varð Ingrida Kuodyte besti málskjútti. Hon skeyt sjey mál.

 

Ein dystur varð eisini spældur í Klaksvík, har Neistin vitjaði hjá Stjørnuni. Her var eingin sum helst ivi um úrslitið, tí Neistin vann ikki minni enn 36-16.