Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Sunnudagin lot av landnyrðingi og norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um 4 stig. Mánadagin upp í stívt andøvsgul av landnyrðingi og kavaælingur. Hitin um frostmarkið.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1044 hPa. yvir Finlandi fer spakuliga í landsynning og ein hátrýstryggur haðani til Grønlandsfjørðin verður yvir Føroyum teir fyrstu dagarnar.
Í dag:
Hátrýstið yvir Grønlandsfjørðinum stendur mestsum í stað. Eitt brúgvalag yvir Norðhavinum fer suðurteftir, men gevur væntandi ikki avfall á okkara leiðum.