Veðurkonsert í Norðurlandahúsinum

Leygardagin hevur Kastrup Kammerkor konsert, har veðrið er evnið í framførslunum

Konsertin er um veðurfyribrigdir, so sum sól, vindur, affall og skýgg, men eisini viðger hon tað huglag, sum norðurlendskir yrkjarar og tónasmiðir hava funnið í dagsins gongd og teimum skiftandi árstíðunum. Konsertskráin er ein skiftan millum sang og hugleiðingar hjá Jesper Theilgaard, sum binda teir ymisku sangirnar saman.