Í komandi árum mugu fólk í Afrika fyrireika seg til meiri turk og fleiri vatnflóðir enn higartil. Avleiðingarnar av hesum verða, at partar av djóralívinum og plantulívinum fara at hvørva, tað verður uppaftur truplari at fáa nóg mikið av mati og vatni enn nú, og flóttafólkini verða uppaftur fleiri í tali.
Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum náttúruifelagsskapurin World Wildlife Foundation hevur skrivað um veðurlagsbroytingar í Afrika og avleiðingarnar av teimum.
? Veðurlagið er í Afrika er sermerkt, og soleiðis hevur tað altíð verið. Men Afrika er eisini tann heimsparturin, har fólk hava ógvuliga avmarkaðar møguleikar at verja seg ímóti broytingum, samstundis sum náttúrutilfeingið er avgerandi fyri, at fólk yvirhøvur kunnu búleikast har, sigur aðalskrivarin í World Wildlife Foundation, Rasmus Hansson, við Dagsavisen.
Nógv broytt
Í frágreiðingini hjá felagsskapinum stendur, at tey seinastu hundrað árini er meðalhitin í Afrika vaksin 0,7 stig, og sjálvt umn tað ikki ljóðar av nógvum, hevur broytingin havt stórar avleiðingar. Ein broyting er at síggja á fjallinum Kilimanjaro, sum er tað hægsta í Afrika. Av ísinum, sum lá ovast á fjallinum fyri 90 árum síðani, eru bara átta prosent eftir. Ein onnur broyting er, at nú regnar tað 30 prosent minni í skógarøkinum sunnan fyri Sahara enn fyri 30 árum síðani, og í sama tíðarskeiði eru liviumstøðurnar hjá plantulívinum í hesum sama økinum versnað 25 prosent. Tann veksandi hitin hevur samstundis gjørt, at sjúkan malaria er vorðin ein altsamt størri og størri trupulleiki í londum sum Rwanda og Tanzania.
? Fólk í Afrika kenna longu sviðan av veðurlagsbroytingunum. Fer eftir ferð hava vit sæð, at veðrið setur met av einum ella øðrum slagi, og hyggja vit at hagtølunum, síggja vit, at næstan øll veðurmetini eru frá áttiti- og nítiárunum. Tað er eingin ivi um, at hetta kemst av broytingum í veðurlagnum, sigur Rasmus Hansson.
Kyoto-sáttmálin, sum skal forða ella tálma veðurlagsbroytingunum, kemur í gildi tann 16. februar næsta ár. Hesa vikuna sita umleið 6.000 politikarar, embætismenn og onnur á fundi í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires og tosa um sáttmálan, og hvussu hann skal fáast at virka. Samstundis er semja um, at sátmálin er ikki nóg mikið til at forða broytingunum í veðurlagnum kring heimin. Tí tosa luttakararnir í Buenos Aires eisini um, hvat skal gerast, eftir at tað fyrsta tíðarskeiðið hjá sáttmálanum fer úr gildi í 2012, og í tí sambandi verður roynt at fáa uppaftur fleiri lond at binda seg til at avmarka dálkingina, sum elvir til broytingarnar í veðurlagnum.