Veðurlagsbroytingarnar elva til vatntrot og hungur

Aftan á 2050 fara 1,5 mia. fólk at hava ov lítið vatn, og 200 mió. fólk fara at líða hungur.

Tríggjar frágreiðingar, sum veðurlagsserfrøðingarnir hjá ST fara at almannakunngera um einar fjúrtan dagar, ávara um munandi broytingar í heiminum aftan á 2050. Eftir tað fara broytingarnar í veðurlagnum at elva til vatntrot, hungur og vatnflóð. Umleið ein mia. fólk verða ávirkað av vatntroti, 200 mió. fólk fara at líða hungur, og umleið 50 mió. fólk noyðast at stríðast við vatnflóð.

Serfrøðingarnir hjá ST siga, at vit fáa turk, sum kemst av, at tað fer at regna aðrastaðni enn fyrr, og tað er lítil uggi í, at summ i fáa meiri vatn, tí har fer tað óvanliga nógva avfallið at elva til sjúkur so sum tyfus og malaria.

-Sjúkurnar verða tann stóra avbjóðingin, sigur danska Kirsten Halsnæs sum er veðurlagsgranskari á Risø-stovninum. Hon og hinir veðurlagsgranskararnir siga, at ger mannaættin álvara av at skerja kol-, olju- og gassnýtsluna munandi, verða avleiðingarnar ikki so stórar.