Veddingarfyritøkurnar hava Føroyar sum ein lítlan favoritt

Góðu úrslitini hjá Bagga við føroysku U21-landsliðnum eru ikki farin framvið hjá altjóða veddingarfyritøkunum.

Klokkan 17.30 skal føroyska U21-landsliðið takast við Armenia á Svangaskarði.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá U21-landsdystinum á FM1. Sett verður inn á Svangaskarð aftaná tíðindasendingina, ið byrjar klokkan 17. Teitur Joensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo

 

Góðu úrslitini hjá Bagga við føroysku U21-landsliðnum eru ikki farin framvið hjá altjóða veddingarfyritøkunum. Í fjør heyst vann føroyska U21-landsliðið góðar sigrar á Ísrael og Montenegro á heimavølli, og á Kasakstan á útivølli. Talan gjørdist eisini um tvey tepur 0-2 tap móti einum krútsterkum sponskum U21-landsliði.

 

18 altjóða veddingarfyritøkur hava føroyska U21-landsliðið sum ein lítlan favoritt at vinna á Armenia.

 

Oddsini uppá føroyskan heimasigur liggja millum 2,15 og 2,24.

 

Oddsini uppá armenskan útisigur liggja millum 2,80 og 3,30.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,16 og 3,60.

 

 

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Armenia (U21)

 
  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10BET   2.15 3.50 3.10
188BET   2.21 3.40 3.00
1xBet   2.24 3.42 3.12
888Sport  2.153.603.05
bet-at-home   2.14 3.30 3.10
Betfair   2.20 3.50 3.00
Betsafe   2.20 3.30 3.25
Betsson   2.20 3.30 3.25
BetVictor   2.20 3.30 3.30
Betway  2.153.403.10
bwin   2.15 3.40 2.90
Interwetten   2.15 3.25 3.15
Pinnacle   2.21 3.59 3.20
SBOBET   2.18 3.16 2.80
UniBet  2.153.603.05
William Hill   2.15 3.25 3.10
youwin   2.10 3.30 2.85
Betfair Exchange   2.16 3.38 3.23
Gjøgnumsnitsodds:2.173.393.08