Øll innan føroyska fótbóltsheimin eru samd um, at tað verður ein torfør uppgáva hjá føroyska landsliðnum at knógva Andorra í HM-undankappingardystinum á Tórsvølli, sunnudagin klokkan 17.
Andorra verjir hart og væl, og tað verður ikki lætt hjá føroyska liðnum at bróta verjumúrin hjá Ildefons Lima og hinum á andorianska liðnum niður.
19 altjóða veddingarfyritøkur halda tó, at Føroyar eru greiður favorittur at vinna á Andorra. og tær 19 veddingafyritøkurnar hava ikki stóra tiltrúgv til Andorra, sum í undankappingardystum vanliga stendur seg væl betri á tí vánaliga gummideks-graslíkinum á heimavøllinum í Andorra La Vella, enn teir gera á útivølli.
Hægsta oddsið uppá føroyskan sigur hava fýra veddingarfyritøkur, sum bjóða odds 1,36 uppá føroyskan sigur. Minsta oddsið uppá sigur til Andorra eigur 888Sport og Bet365, sum bjóða odds 8,50 uppá sigur til Andorra.
Danske Spil hevur odds 1,27 uppá føroyskan sigur, og odds 13 uppá sigur til Andorra. Danske Spil hevur odds 4,70 uppá javnleik.
Her eru oddsini hjá 19 altjóða veddingarfyritøkum uppá dystin Føroyar-Andorra:
19 VEDDINGARFYRITØKUR BJÓÐA: | 1 | X | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 1.34 | 5.15 | 8.75 | ||
888sport | 1.30 | 5.30 | 8.50 | ||
bet-at-home | 1.33 | 5.02 | 9.06 | ||
bet365 | 1.36 | 4.75 | 8.50 | ||
Betclic | 1.32 | 4.75 | 10.00 | ||
Betfair | 1.30 | 5.50 | 10.00 | ||
Betsafe | 1.36 | 4.80 | 9.90 | ||
Betsson | 1.36 | 4.80 | 9.90 | ||
BetVictor | 1.36 | 4.50 | 10.50 | ||
Betway | 1.35 | 4.75 | 9.00 | ||
bwin | 1.30 | 5.00 | 10.00 | ||
ComeOn | 1.34 | 5.15 | 8.75 | ||
Expekt | 1.32 | 4.75 | 10.00 | ||
Interwetten | 1.25 | 6.00 | 11.00 | ||
mybet | 1.30 | 5.50 | 9.00 | ||
Paddy Power | 1.29 | 5.00 | 9.50 | ||
Unibet | 1.30 | 5.50 | 9.00 | ||
William Hill | 1.30 | 5.50 | 9.00 | ||
Betfair Exchange | 1.33 | 5.09 | 8.79 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 1.32 | 5.10 | 9.46 |