Veddingarfyritøkurnar hava Føroyar sum favoritt

Hjá øllum veddingarfyritøkunum eru Føroyar ein lítil favorittur at vinna á Liktinstein

Nógvar veddingarfyritøkur kring heimin bjóða sínum veddarum at vedda uppá venjingardystin millum Føroyar og Liktinstein, sum verður leiktur í Marbella í Spania 2. páskadag klokkan 18.

 

Danske Spil hevur odds 2,20 uppá føroyskan sigur, og odds 2,95 uppá liktinsteinskan sigur. Oddsini uppá javnleik eru 3,35.

 

Taka vit hinar veddingarfyritøkurnar, so er tað veddingarfyritøkan, You Win, sum hevur størst tiltrúgv til Føroyar. Oddsini uppá føroyskan sigur hjá You Win er 2,15. Minst tiltrúgv til Føroyar hava veddingarfyritøkurnar Interwetten, Betsson, Betsafe og Betvictor, sum allar hava odds 2,30 uppá føroyskan sigur.

 

Veddingarfyritøkurnar Betway, Interwetten, You Win og Sporting Bet hava minsta oddsið uppá sigur til Liktinstein. Tey bjóða øll odds 2,90. 

 

Taka vit snittið av øllum oddsunum hjá veddingarfyritøkunum uppá dystin millum Liktinstein og Føroyar, so eru oddsini 3,03 uppá sigur til Liktinstein, odds 3,30 uppá javnleik, og odds 2,23 uppá føroyskan sigur.

 

Rás2 sigur frá dystinum millum Liktinstein og Føroyar. Upptaktssendingin byrjar klokkan 16.30.