Veddingarfyritøkurnar hava Ísrael U21 sum greiðan favoritt

Minstu oddsini uppá føroyskan sigur á Svangaskarði á Toftum í morgin eru 7,7

Klokkan 17 í morgin verður dystur á Svangaskarði á Toftum.

Talan er um ein U21 EM-undankappingardyst millum Føroyar og Ísrael. Eingir áskoðarar eru loyvdir til dystin.

FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.

11 altjóða veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin, og tær 11 veddingarfyritøkurnar eru meir ella minni samdur um, at Ísrael er ein greiður favorittur til at vinna dystin.

Oddsini uppá sigur til Ísrael liggja millum 1,17 og 1,22.

Oddsini uppá føroyskan sigur sveiggja meira. Lægstu oddsini eru 7,70, og hægstu oddsini uppá føroyskan sigur eru 11. 

Tá liðini møttust í Ísrael 15. oktober í fjør vann Ísrael 3-1. Hugin Samuelsen skoraði føroyska málið.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við táverandi U21-landsliðsvenjaran, Eli Hentze aftaná dystin í Ísrael. 

Her ber til at síggja oddsini hjá teimum 11 veddingarfyritøkunum uppá U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Ísrael:

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Ísrael (U21)1X2
1xBet 7.706.501.21
888sport 8.256.501.20
Bet365 8.006.501.20
Betclic  8.80 6.951.22
Betfair 9.007.001.17
Betsafe  8.95 6.95 1.22
Betsson  8.95 6.95 1.22
BetVictor  11.00 6.501.22
Interwetten 8.256.751.22
Unibet 8.256.501.20
Betfair Exchange  8.98 7.08 1.19
Gjøgnumsnitsodds:8.726.711.21