Við oddsum upp á 1,5 er føroyska Sissal stórfavorittur at vinna danska Melodi Grand Prix í kvøld.
Tað sæst á heimasíðunum hjá Danske Spil, Unibet og Betsson.
- Tað er eitt listafólk, og so eru tað øll hini. Føroyska Sissal er spádd at blæsa kappingarneytar sínar av pallinum, skrivar Danske Spil í tíðindaskrivi.
Føroyska songkvinnan hevur 65 prosent møguleika at vinna, vísir metingin frá Danske Spil.
Maria Mathea og sangurin "Air" eru næstbesta boðið hjá veddingarfyritøkunum upp á ein vinnara. Hennara odds eru 9 hjá Danske Spil.
Við Maria Mathea sum vinnara, so fekk tú níggju ferðir veddingarupphæddina aftur.
##med2##
##med3##
Sissal framførir bombastiska upptempo sangin "Hallusinatión".
- Tað er eitt sterkt lag, sum hevur góða ávirkan. Sissal hevur ein øgiliga sterkan vokal, serliga í kórinum, har hon gevur tí fullan útblástur, segði grand prix serfrøðingurin Mila Kovalj frá Eurovision miðlinum Good Evening Europe undan Melodi Grand Prix í kvøld.
- Vit senda ofta hesi fittu poppløgini út. Men Eurovision er vorðið so stórt, so eg haldi, at vit mugu gera okkurt eyka, varð sagt.
Sambært Danske Spil er Sissal størsti Melodi Grand Prix favorittur síðan Emmelie de Forest í 2013, sum framførdi við "Only Teardrops".
Emmelie de Forest førdi Danmark til sín fyrsta sigur í Eurovision síðani Olsen-brøðurnar í 2000.
##med4##
##med5##
Føroyska Sissal skal kappast um sigurin ímóti fleiri kendum nøvnum, tá Dansk Melodi Grand Prix verður í Jyske Bank Boxen í Herning í kvøld.
Harímillum fyrrverandi vinnarin Tim Schou, sum vann í 2011 sum partur av bólkinum A Friend í London. Í ár fer hann at framføra sum solistur við sanginum "Proud".
Við er eisini Andreas Kruse, sum vann eina aðra sangkapping, nevniliga "X Factor" í 2018 sum partur av bólkinum Place on Earth hjá Thomas Blachman.
##med6##
##med7##
Mariya Apollonia, sum luttók í "X Factor" í fjør, har hon eisini var undir veingjunum hjá Thomas Blachman, er eisini við í ársins danska Melodi Grand Prix.
Teir átta finalistarnir kunnu síggjast kappast um sigurin beinleiðis á DR1 og DRTV í kvøld klokkan 19 føroyska tíð.
/Ritzau/
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##