Veðrið í dag:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, í kvøld veksur hann vindin upp í hvassan vind. Sum frálíður nakað av regni og hitin kemur upp í 6 til 10 stig.
Veðrið sunnudagin:
Hvassur vindur upp í skrið av suðri og landsynningi og regn meginpartin av degnum. Um kvøldið upp í hvassan vind av útsynningi og tað klárar møguliga í, tó ælingur. Hitin millum 6 og 10 stig.
Veðrið mánadagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, seinni snarar hann í landsynning og veksur vindin upp í skrið. Yvirhøvur turt og hitin millum 5 og 8 stig.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Upp í hvassan vind av suðri, men av og á eitt sindur minni vindur. Stundum regn og framvegis rættuliga lýtt ? millum 6 og 9 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst vestanfyri Skotland fer í landnyrðing og grynnist.
Í dag:
Eitt víðfevnandi lágtrýst sunnanfyri Grønland fer í eystan og landnyrðing og sendur brúgvaløg við nógvum vindi og regni inn yvir Føroyar sunnaneftir komandi dagarnar.