Í gjár
Eitt lágtrýst við Vestur-Noreg fer í landsynning og køld luft við ælingi rekur av norði móti Føroyum. Eitt lágtrýst við Suðureystur-Grønland fer móti havinum norðan fyri Ísland og dýpist.
Í dag
Brúgvalagið haðani verður í nátt við Føroya vestaneftir. Móti vikuskiftinum fer eitt nýtt lágtrýst frá Hvarvinum móti Íslandi, og tað sendir lýggja luft móti Føroyum
Veðrið í dag:
Fyrst upp í hvassan vind av suðri og landsynningi og regn. Móti kvøldi snarar hann í vestan og útsynning og veksur vindin til skrið. Tað klárar í, men ælingur og hitin um 2 stig.
Veðrið mikudagin:
Upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi og vátaslettings- ella regnælingur. Hitin millum frostmarkið og 2 hitastig.
Veðrið hósdagin,
fríggjadagin
og lleygardagin:
Hann veksur vindin upp í skrið av suðri, men móti vikuskiftinum minkar hann vindin nakað. Fyrst vátaslettingur, seinni regn. Hitin kemur uppmillum 2 og 5 stig.
???????????
Miðalhitin í desember 1997 var 6,1°, móti miðal 3,8°.
Avfallið var, 148,4 mm, móti 175,4 í miðal.
Miðalhitin í januar 4,1°, móti miðal 3,5°.
Avfallið í januar var 177,7 mm, móti miðal 160,5 mm.