Brimil og Lív Rescue eru í løtu í Skopunarfjørði, har uppgávan er at fylgja við Avalon. Veðrið gjørdist so mikið keðiligt, tá manningin byrjaði at nærkast Føroyum, at neyðugt var at fáa hjálp til Havnar. Sostatt verður báturin sleipaður tað síðsta stykkið.
Óvist er nær báturin verður á Havn, og við útvarpið klokkan seytjan vildi Livar Nysted ikki geva nakað boð. Skipað verður tó fyri eini móttøku tá manningin kemur á land aftaná ein langan og drúgvan túr.