Veðrið ávirkar ferðasambandið millum Krambatanga og Havnina í morgin

Tveir túrar eru avlýstir

Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7 mánadag 3. februar:

 

Av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 18:45, og av Havnini kl. 16:00 og kl. 21:15.

 

Hesum boðar Strandferðslan frá í dag.

 

Tað vil siga, at túrarnir kl. 8:45 av Havnini og kl. 11:30 av Krambatanga verða ikki sigldir.

 

Um aðrar broytingar verða, so síggjast tær á ssl.fo.